
Hosted by Kringvarp Føroya · EN

Í dag prátaðu vertirinir við Jens Kjeld Jensen um hansara kærleika fyri sniglum, men eisini um týdningin av at fylgja sínum dreymum. Hansara ráð til ungdómin er, at ikki hugsa alt ov nógv um tað, sum man ikki dugir. Heldur fokusera uppá tað, sum man elskar at gera. Harafturat metir hann, at man kemur langt, um man hevur fólk rundanum seg við øðrum styrkjum enn ein sjálv/ur. Eisini práta vit við Brandur Teitsson, ið júst hevur lokið studentarprógv og hevur stovnað egnu fyritøku. Hann ætlar sær ikki at lesa víðari, sum nú er. Svend hevur, enn einaferð, havt ein politikkara á tráðnum, tí sum hann sigur "einki summar uttan tónleik". Hesuferð við Javnaðarmanninum Kim Durhuus á hinum endanum. Vertirnir hugleiga um lesnað og hvønn týdning tað hevur ímillum ung í dag. "Hví lesa til grafikkara, um AI fer at taka yvir tað starvið eitt ár aftaná?" Vertirinir í dag eru Marianna W. Nagata, Heri Wang Danielsen og Petur Sigurð í Króki.

Anna Joensen Næs og Angel Nashami góvu sjólívinum eina roynd, tá tær báðar ferðaðust ein túr til Hest við Rib62. Tær hoyrdu mentanina á Hesti, og vórðu "trøllabundnar" í grottum. Svend Danielsen hevur havt sín fasta tátt í Hiit í summar, har hann hevur tosað við allar 33 tinglimirnar um teirra yndis summarlag. Í dag prátaði hann við formanninum í Sambandsflokkinum og fyrrverandi løgmann, Bárð Á Steig Nielsen, sum ynskti at hoyra Waterloo hjá ABBA. Í Amerika sker heldur nógv fyri tíðina; millum annað hevur verið nógvur eldur í Maui í Hawaii, Donald Trump er ákærdur fyri 93 lógarbrot, rapparin Tory Lanez er skuldsettur fyri at hava skotið Megan Thee Stallion. Vertirnir tosa stutt um tað, sum hevur gingið fyri seg í USA hesa vikuna. Vertirnir í dag eru Marianna Winther Nagata, Petur Sigurð í Króki & Eyðfinn Bogason Lamhuage

Tíðliga á kvøldinum, 13. august 2023, kom eitt lesarabræv út á Vágaportalin, sum síðani tá hevur fingið nógv eygu á seg. Nærri midnátt á sama degi var lesarabrævið deilt á Facebook-síðuni hjá Steffan Klein Poulsen, tinglimur hjá Miðflokkinum, har hann takkar rithøvundan av lesarabrævinum. Tað fekk kavabóltin á rull. Faroe Islands Minority film festival, LGBT Føroyar og Norðulandahúsið fingu øll sentralar leiklutir í málinum, og vit prátaðu tí við Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, Nadiu Abrahamsen, sum er ein av stigtakarunum til FIMFF, og Gunn Hernes, stjóra í Norðulandahúsinum, um málið. Men alt var ikki bara seriøst. Svend ringdi sjálvandi til ein politikkara og fekk sær eitt gott prát og ikki minst eitt sangynski. Vertir í dag eru Heri Wang Danielsen og Petur Sigurð í Króki

Vertirnir eru Heri Wang Danielsen og Eyðfinn Bogason Lamhauge

Tað er ikki altíð lætt at fylgja við øllum teimum dagligu hugtøkunum, sum verða nýtt ímillum ung. Eftir hondini eru so nógv orð og hugtøk, at tað er vorðið sítt egna mál, kanska serliga á appini, Tiktok. Og tað eru nokk fleiri við Hera, sum ikki tora at spyrja síni vinfólk hvat hesi hugtøk merkja, við vanda at ljóða sum ein “boomari”. Tí hava vertirnir í dag gjørt tykkum eina Tiktok orðabók, sum vónandi kann hjálpa tykkum, at gerast kulari ímillum Gen Z. RIVA var á vitjan í studio 4 og vit prátaðu við Vár Bech Árting og Búa Rouch, sum í løtuni fyrireika dansitvísýningina, Minnisbrot í Norðurlandahúsinum. Vertir eru Heri Wang Danielsen, Marianna Winther Nagata og Rannvør Fríða Eyðunssdóttir.

Nú hevur klaksvíksmálið eisini funnið veg inn í studio 4, tí Birgir roynir seg sum vert í dag. Ítróttur við Marionnu og Rannvør, er ein fastur táttur hósdagar. Í dag dyppa tær! Marianna var sjúk, og tí tók Rannvør ein, ella fleiri, fyri liðið við Marið Erlandsdóttir, sum dyppar nógv. Ein amerikanari vann í vikuni 1,58 milliardir dollarar. Vit spyrja lurtararnar hvat mann hevði brúkt ein slíkan vinning uppá. Ein lurtari hevði havt ráð til at keypa sær eitt grundstykki í Havn, og aðrir lurtarar høvdu stuðlað KÍ. Vertir eru Svend Danielsen og Birgir Ferjá Heldarskarð.

Avantgarde Jazz, B36, kongaligur føðingardagur og Boyggjar eru aftur! Ella ikki orduliga, men í dag eru teir tínir vertir í Hiit. Teir báðir hugleiða, um Avantgarde Jazz við nýggja bólkinum Disconnect, og Heri fær veruliga sítt Franska, ið hann lærdi á miðnámi, roynt av. KÍ hevur havt nógva umrøðu í miðlunum síðstu tíðina, men tað er eitt annað lið, sum eisini spælir Evropa fótbólt í løtuni, nemliga B36. Marita Magnussen, forkvinna í B36, sigur okkum frá øllum teimum ymisku uppgávunum ið fylgja einum slíkum dysti. Og so vil Svend sera gjarna í átjan ára føðingardag hjá Christian prinsinum, men veit ikki hvussu - veitst tú? Vertir eru Heri Wang Danielsen og Svend Danielsen.

Tónleikarir lærdu at fínpussað síni skrivkynstur á Faroe Islands Songwriting Camp. Eyðfinn prátaði við Kristoffur Mørkøre um tiltakið. Kvinnur spæla eisini fótbólt, og tær spæla óluksáliga væl! Maria Ziskasson var inni í studio fyri at umrøða HM endaspælið hjá kvinnum og framgongdina hjá kvinnu fótbóltinum sum heild. Vertir eru Heri Wang Danielsen og Eyðfinn Bogason Lamhauge.

Leysatíðindini siga, at Brad Pitt er í Føroyum, og tá meina vit ikki við Svend. Tað er mánadagur, og tí er okkara famøsa DJ battle á skránni. Hesa ferð er tað Svend'sa Jukebox vs "Eg havi ein nýggjan yndis sang", sum kappast. Vit eru sunnanfyri, sóla okkum, dansa á "floor" og hava timburmenn. Svend heldur, at Pitbull er upplagdur, tá ið mann fer á dansigólvið, meðan Rannvør dansar til "London Bridge". Og tá ið tey sóla sær, fara tey eftir hvør sínum. Kappingin er heit, spennandi og dansandi. Umframt at hava eina DJ battle, tosa vit eisini um Summar Festivalin og tey kendu fólkini, sum eru í Føroyum í løtuni. Vertir eru Heri Wang Danielsen, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Svend Danielsen.

Koyrir tú Maggi í franskan? Um ikki, so prøva tað, tí tað hava vit! Í Klaksvík eru vit enn í festivalhýri, tí í dag er seinasti dagur á Summar Festivalinum. Marius Ziska, Suzi Quatro, Jonah Blacksmith, RSP og onnur spæla í dag, og vit hjálpa tykkum, at koma upp í gear áðrenn brakið stendur á. Sendingin er full av "good vibes", felagssangi, tónleiki, góðum stemningi og Maggi. Vertir eru Annika Repond, Bárður Petersen, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Svend Danielsen.