
Hosted by Kringvarp Føroya · EN

Øssur Winthereig fortelur um uppvøksturin og ungdómsárini. Um at missa elsta beiggjan og pápan sum smádrongur, og um tá hann og ein vinmaður fjakka í Asia.

Øssur fær staðfest krabbamein. Hann hugleiðir um deyðan, og hvussu hann vil liva sína síðstu tíð.

Øssur flytir av Nørrebro til Føroyar. Hann og konan fara hvør til sítt, og Øssur býr nú aftur í húsunum undir heygnum og starvast í sjónvarpinum. Saman við Grækaris D. Magnussen skrivar hann bókina Skjót journalistin, sum hevur við sær, at samgongan slitnar.

Tá kreppan rakar Føroyar í 1992 er Øssur mitt í eldinum sum journalistur. Seinni flytir hann til Danmarkar, har hann roynir seg sum valevni til fólkatingsvalið.

Undan jólum í 1986 rakar vanlukka aftur familjuna, tá tveir bussar stoyta saman undir Valaknúkum.

Øssur Winthereig vitjar Vestara áarbakka og aftaná skrivar hann greinar um túrin. Hann fellir væl til á journalistháskúlanum, har hann møtir Bodil, sum hann blívur giftur við.